Í hugnaligu hølunum í miðbýnum í Tórshavn gera hárfríðkurnar allar sítt besta at liva upp til fasta málið: á Salong Madonna vilja tær verða millum fremstu hárfríðkur í Føroyum.
Hárfríðkurnar ganga á skeiði í heilum fyri at læra nýggj klippikynstur. Soleiðis fylgja tær neyvt við hármótanum og kenna tað nýggjasta nýggja innan hárkynstur.
Tróndargøta 25
FO-100 Tórshavn
Tlf.: 312299
Teldupost: salong@madonna.fo
Í dag eru vit eitt toymi uppá 5 sum starvast á Salong Madonna. Vit ganga
javnan til skeiðir, og fylgja væl við hvat rørður seg í útheiminum.
Vit eru í hugnaligu húsunum á Tróndagøtu 25 Tórshavn. Vit eru altið fús við
ráðgeving.
Súsanna Køtum eigur og rekur salongina. Súsanna hevur lært og starvast á Frederiksberg í 10 ár. Flutti til Føroyar okt. 2007. 01.06.2009 keypti Súsanna Salong Madonna og valdi at gera salongina "Grøna" so í dag eru vit ein góðkend grøn salong og útvikla okkum víðari harfrá.
Súsanna Jøkladal bleiv útlærd í 2008 hjá Sól og Klipp. Hevur starvast á Salong Madonna síðan maj 2009.
Jona Joensen hevur lært hjá Salong Madonnu, var til sveinaroynd apríl 2010 og manglar bert at lærutíðin gongur út.
Marin Johannesen lærur nú í 3 áriðinum.
Guðrun Magnussardóttir lærir á 1. ári.
Vinarliga
Súsanna Køtlum
tel: +298 59 05 59